KATÓLSKA KIRKJAN, Tórshavn, Føroyar  (Faroe Islands)

FØROYSKT · ENGLISH · DANSK
Vitja kirkjuna  · Tiltøk  · Tíðindi  · Ljósmyndir  · 75 ár í Føroyum  · Franciskanasystrar  · Trúgv  · Bøn  · Hugleiðingar  · Leinkjur

Bøn

Krossvegurin
At biðja Rósukransin
Rósukransur (Misk)
Trúarorðini
Vanligar Bønir
Heilagi Andi
Bøn Frans av Assisi
Fyri prestarnar
Vár Frúa av Føroyum

 

 

VÁR FRÚA AV FØROYUM

 

 

 

O Maria, hjartaliga heilsa vit tær,

Vár Frúa av Føroyum.

Jesu Móðir, tú ert eisini okkara himmalska móðir.

Við trúnaði ákalla vit tína móðirligu signing

yvir okkum sjálv og yvir okkara elskaða land

lagt í vøggu her í Norðuratlantshavsins fangi.


Gjøgnum teg bera vit fram okkara lov og tøkk til Jesus,

fyri trúnna og treysti hjá okkara fólki.

Inniliga biðja vit um Hansara signing yvir allar okkara familjur

og yvir vinir, sum vitja okkara oyggjar.


Okkara stórfingnu fjøll endurspegla fyri okkum

tín vakurleika og tína sterku trúgv.

Skiftandi streymrák, sum sveipa okkara strendur

siga okkum frá tí óendaligu kápu av tínum kærleika til okkara.


Vindurin sum strýkur yvir dalar og fjøll

ger okkum varug við andadrátt Heilaga Andans

sum skuggaði yvir teg í Nasaret

tá Orðið varð menniskja og tók búgv okkara millum.


Gev gætur eftir trúskapinum hjá okkara forfedrum

sum aldu upp eina sterka og varandi trúgv

gjøgnum stillu og andaktarfullu støðini í okkara landi.

Veit okkum í okkara egnu tíð eina andakt,

sum vil endurspegla okkara traditiónir,

og sum við tíni móðirligu leiðbeining

altíð vil geva allan heiður, lov og dýrd til Guð,

Faðirin, Sonin og Heilaga Andan. Amen.





An Oblate of Mary Immaculate

(Árni Brekku hevur umsett)