KATÓLSKA KIRKJAN, Tórshavn, Føroyar  (Faroe Islands)

FØROYSKT · ENGLISH · DANSK
Vitja kirkjuna  · Tíðindi  · Tiltøk  · Ljósmyndir  · 75 ár í Føroyum  · Franciskanasystrar  · Trúgv  · Bøn  · Hugleiðingar  · Leinkjur

 

FRANCISKANASYSTRARNAR Í FØROYUM



Franciskanasystrarnar í Føroyum eru limir í einum heimsumfatandi stovni. Í løtuni eru yvir 7.200 systrar úr meira enn 80 ymiskum londum. Tær búgva saman í altjóða felagsskapi kring um í heiminum.


Felagsskapurin varð stovnaður í India í 1877 av Mary of the Passion (Hélène de Chappotin), eini franskari kvinnu, fødd í Bretagne í Fraklandi í 1837. Katólska Kirkjan sælugjørdi hana í 2002. Systrarnar hava sum fyrimynd Frans úr Assisi (1182-1226) og Mariu, móðir Jesu Krists, sum í sínum lívi lótu seg leiða av Guds Anda. Systrarnar royna eisini at liva sambært Guds vilja, "altíð at vera til reiðar at fara hvar sum helst, og til hvønn sum helst, at boða Frelsunnar Evangeliið" (Art 4, grundlóg), og at liva í dagligari tilbiðjan av Hinum upprisna Kristusi í Sakramentinum.

 

 


 

Sæla Mary of the Passion (1839 – 1904)

Stovnarin av Fransiskanasystrunum


 

Franciskanasystrarnar komu til Føroyar í apríl í 1931 eftir áheitan frá Van Rossum, Kardinali, til tess at hjálpa føroyingum og at endurstovna Katólsku Kirkjuna í Føroyum. Í hesum farnu árum hava tær stovnað ein skúla, eina vøggustovu og ein barnagarð. Tær hava verið til hjálpar hjá einum lítlum katólskum kirkjuliði, sum so líðandi varð stovnað. Í dag eru um leið 120 katolikkar úr 23 ymskum londum í Føroyum.


Systrarnar fluttu í núverandi kleystrið í 1980. Tær valdu at kalla tað “Kerit” (Krit): Síðan kom orð Harrans til hansara soljóðandi: “Far tær hiðan eystur um Jórdan og krógva teg har við ánna Krit. Tú skalt drekka úr ánni, og ravnunum havi eg boðið at bera tær mat hagar”. Hann so gjørdi og fór eftir boði Harrans at taka upp bústað sín við ánna Krit fyri eystan Jórdan. Hvønn morgun komu ravnarnir við breyði til hansara og hvørt kvøld við kjøti; og hann drakk úrc ánni (Fyrra Kongabók 17: 2-6). Orðið Kerit merkir staðið, har Gud letur keldu vella fram til dagliga føðslu hjá Systrunum við hansara Breyði og hansara Orði. Tað er staðið, har tær møta honum í bøn og í tøgn, og haðani hann sendir tær út til onnur at vitna um kærleika hansara.

 

 


 

 Fransiskanasystrarnar, ið eru í Føroyum í dag


 

Núverandi Franciskanastovnur er einasti stovnur við hesi skipan í Føroyum. Í løtuni eru seks Systrar úr fýra ymiskum londum, úr Belgia, Malta, Írlandi og úr Korea. Tær eru millum 40 og 87 ár á aldri. Høvuðsmál teirra er at boða Evangeliið um Jesus Krist, at stuðla lítla, katólska kirkjuliðinum í oyggjunum, og at umboða Katólsku Kirkjuni fram móti kristnum einleika. Tvær av Systrunum halda fram við teirra arbeiði í barnagarðinum, sum Franciskanasystrarnar stovnaðu. Skúlin og vøggustovan vórðu latnar Tórshavnar kommunu í 1980 árunum. Systrarnar eru eisini virknar í frálæru, upplæring í trúarlæru, bønarbólkum, felagskirkjuligum virksemi, vitja sjúk og gomul, taka sær av ymiskum bólkum og hjálpa fátækum.


Hóast arbeiði hjá Systrunum er týdningarmikið, eru tvey onnur sjónarmið í teirra lívi eins týðandi: teirra bønarlív og teirra felagslív. Systrarnar biðja saman minst tvær um dagin fyri Kirkjuni, fyri kirkjuliðinum og fyri neyðini í heiminum. Tær taka sær tíð burturav til persónliga bøn hvønn dag, eins væl og til djúpari bønarløtur í árinum. Tær koma saman til máltíðirnar, hvíldarløtur og fundir. Tað er soleiðis, at Systrarnar finna styrki at liva sítt kall sum Franciskanasystrar

 

 


Katólska kirkjan (Mariukirkjan) og kleystrið Kerit sædd úr Varðagøtu

 

 

 

 

 

 

BÓK UM FRANS Í ASSISI

 

Bókadeild KFUMs hevur givið út bókina Frans í Assisi,

sum Elin Mortensen hevur skrivað.


Frans í Assisi er 56 síður og kostar 110 krónur.