KATÓLSKA KIRKJAN, Tórshavn, Føroyar  (Faroe Islands)

FØROYSKT · ENGLISH · DANSK
Vitja kirkjuna  · Tiltøk  · Tíðindi  · Ljósmyndir  · 75 ár í Føroyum  · Franciskanasystrar  · Trúgv  · Bøn  · Hugleiðingar  · Leinkjur

75 ár í Føroyum

Stutt søga

 

STUTT KIRKJUSØGA

 

 

 

 

Kirkjubøur: andaligur og mentanaligur miðdepul í Føroyum síðani landnámstíðina til trúbótina.

Har vóru fleiri kirkjur, bispasetur og prestaskúli

 

 

 

1849 - Trúarfrælsi

1857 - Pastor Georg Bauer og hjálparprestur pastor Luigi Mussa komu til Føroyar á jaktini “Fortuna” úr Havn við Jens Christian Andreasson sum skipara (oktober/november) 

1859 - Keyptu hús frá Christian Holm (Rættará). Í juni var kirkjan liðug, og 70 fólk tóku lut í gudstænastuni. Nakrar dagar seinni var tann fyrsta fermingin í kirkjuni

1869 - Pastor Bauer fór úr Føroyum av heilsuávumn, og aðrir katólskir prestar komu hendan vegin. Bert nakrir fáir katolikkar vóru eftir.

1872 - Trúboðaravirksemið varð niðurlagt, tá seinasti presturin fór av landinum

1894 - Tann seinasta vitjanin av einum presti, men tá var bert ein katolikkur eftir á lívi (Hvítanes). Hesin doyði stutt eftir.


1929 - Van Rossum Kardinalur vitjaði Føroyar á ferð til Íslands, har hann innsetti nýggja katólska biskupin og vígdi nýggju katólsku dómkirkjuna í Reykjavik. Hann fekk kærleika til land og fólk, sum hann ongantíð gloymdi. Í Róm hitti hann teir báðar nýlærdu prestarnar, E.G. Boekenoogen (Holland) og Thomas King (Skotland), og Franciskanasystrarnar

1931 - Tvær franciskanasystrar komu til Havnar við “Drotning Alexandrinu” (apríl). Onnur teirra , systir Ansgaria (Kina), var donsk. Prestarnir komu ein mánað seinni. Seinni komu fimm nunnur aftrat. Tær byrjaðu barnagarð/skúla niðri í Bringsnagøtu í húsunum hjá Klett.

1932 - Økið niðan fyri Viðarlundina varð keypt av bispadøminum í Keypmannahavn og franciskanasystrunum.

1933 - Kirkjuvígsla av nýggju kirkjuni í Varðagøtu var 19. november, umleið 60 fólk luttóku í gudstænastuni. Skúlin varð vígdur 8. desember. Hildið varð fram at byggja: vøggustovu, barnagarð, kostskúla. Eitt stutt skifti í 1960'unum vóru 23 nunnur í Føroyum.

 

1980 – Franciskanasystrarnar, sum nú vóru 12 í tali, fluttu úr skúlanum til “Kerit” (Varðagøtu 16).

1985 - Yvirtøka av Sankta Frans Skúla (apríl) - eitt gerðabýti varð framt við Tórshavnar kommunu.

1987 - Mariukirkjan varð vígd. (Mariugøtu 4)

2004 - Umleið 120 katolikkar í Føroyum úr 23 londum (harav 6 nunnur).

 

 


 

Mariukirkjan

Arkitektur: Árni Winther.

Listafólk: Ole Jacob Nielsen, Tróndur Patursson, Svend Havsteen Mikkelsen

og Guðrið Poulsen.

 


 

 


 

Katólska kirkjan (Mariukirkjan) sædd úr viðarlundini í Havn.

Kirkjan var bygd í 1987 og vígd í august sama ár

 

 

Men eg sigi tær eisini: Tú ert Pætur (tað merkir: ein klettur),

og á hesum kletti vil eg grunda kirkju mína,

og helheims portur skulu ikki fáa vald á henni.

Eg vil geva tær himmiríkisins lyklar,

og tað, sum tú bindur á jørð, skal vera bundið í himli,

og tað, sum tú loysir á jørð, skal vera loyst í himli”

 

(Matteus 16, 18 – 20)