KATÓLSKA KIRKJAN 75 ÁR Í
FØROYUM
Í 2006, hátíðarheldur katólska
kirkjan, at í apríl vóru 75 ár liðin síðani kirkjan varð
endurstovnað í Føroyum. Hetta er ein gleðishending, ið verður hátíðarhildin í
sóknini í juni mánaða, 2006.
Kirkjubøur: andaligur og mentanaligur miðdepul í
Føroyum síðani landnámstíðina til trúbótina. Har vóru fleiri kirkjur, bispasetur
og prestaskúli
Í 1857 silgdu týski presturin Georg Bauer og italski hjálparpresturin Luigi
Mussa til Føroyar við ”Fortunu” – átta ár eftir at trúðarfrælsi kom í gildi í
Danmark. Í fyrstani vóru prestarnir møttir við illgrunasemi og mótvilja, og tað
var teimum ikki eingang møguligt at finna innivist. Men í 1859 vóru eini hús í
Rættará keypt frá Christian Holm, og P. Bauer fór undir at byggja eina kirkju,
ið stóð liðug í juni sama ár. 70 fólk komu til tað fyrstu kirkjutænastuna, og
nakrar dagar seinni var fyrsta konfirmatiónin í kirkjuni. Fr. Bauer var verandi
í havnini næstu tólv árini, og í hesum tíðarskeiðinum gjørdust fleiri føroyingar
limir í Katólsku
Kirkjuni.
Eftir at Fr. Bauer var farin úr
Føroyum í 1872, tæntu fleiri aðrir prestar sóknuni í fleiri ár. Prestar vitjaðu
tó regluliga til 1894 tá síðsti katolikkur á oynnum fekk vitjan. Tað var ein
gomul kona, ið búði á Hvítanesi.
Hetta varð tó ikki endin á Katólsku
Kirkjuni í Føroyum. Einaferð enn reis hon eins og phønix úr øskuni, tá Van
Rossum Kardinalur vitjaði her á veg til Íslands í 1929. Hann gjørdist í
døpurhuga av at síggja, at Katólska Kirkjan ikki longur fanst í Føroyum, og hann
gjørdist eisini illa við av ringu støðuni, ið føroyingar vóru í. Tá hann kom
aftur til Rom, tosaði hann við tveir ungar prestar, E.G. Boekenoogen úr Hollandi
og Thomas King úr Skotlandi, og við tvær Franciskanasystrar um møguleikan
at endurreisa Katólsku Kirkjuna í Føroyum.
Í Apríl 1931 silgdu tvær Franciskanasystrar til Føroyar umborð á Dronning
Alexandrina. Tá tær fóru í land í Havn, vóru tær í vanligum klæðum, ekkafullar,
um hvørja móttøku tær kundu vænta sær. Onnur av systrunum var donsk, og var
afturkallað úr Kina eftir at hava livað og arbeitt nógv ár millum folk í tí
landinum. Hin systirin var úr Hollandi. Teir báðir prestarnir komu mánaðin
eftir. Fimm systrar komu seinni hetta sama ári.
Ta fyrstu
tíðina leigaðu prestarnir sær innivist í býnum. Systrarnar fingu eisini
leigað sær búðstað hóast nakað av trupulleikum. Í august fluttu tær inn í eini
hús hjá Klett í Bringsnagøtu. Fólk funnu skjótt útav hvørjar tær vóru, og fóru
at søkja sær hjálp hjá teimum viðvíkjandi útbúgving og barnaansing. Innan árið
var liðið, høvdu tær sett á stovn fyrsta barnagarð í Føroyum og høvdu ábyrgd av
22 børnum. Fleiri av teimum eru ímillum okkum enn. Bispurin í Keypmannahavnar
Bispadømi (Føroyar, Danmark og Grønland) og
Fransiskanasystrarnar avgjørdu at keypa jørð uttanfyri býin, har Mariugøta og
Varðagøta eru, og byggja skúla og kirkju. Mótstøðan ymsastaðni frá var rættuliga
hørð, men kirkjan var gjørd liðugt og vígd í November 1933 og skúlin í januar
1934. Eini trýss folk komu til vígslurnar, harímillum ellivu
fransiskanasystrar.
Kirkjan og skúlin
Tað varð hildið á at
byggja í fleiri ár. Hetta varð partvís fíggjað av tí sera vælumtókta Ólavsøku
bazarinum og av tí stóra arbeiði systrarnar gjørdu. Skúlin bleiv víðkaður og
vøggustovan og barnagarðurin komu afturat. Í eitt tíðarskeið í trýssunum vóru
ikki færri enn 23 systrar her. Eitt stórt tal av havnarborgarum fóru ígjøgnum
barnagarð og skúla, og systrarnar vóru kendar fyri sítt samvitskufulla arbeiði
og religøsa tolsemi. Fleiri føroyingar funnu eisini veg inn í Katólsku Kirkjuna,
og soleiðis fór tann lítla Katólska sóknin at vaksa.
Í 1980’unum stóð
tað øllum greitt, at systrarnar kundu ikki halda á at reka teir tríggjar
stovnarnar. Tað vóru ymiskar orsøkir fyri hesum: Systrarnar vóru farnar at
fækkast; fíggjarliga byrðan av at reka tríggjar stovnar; og menningin av
føroyskari barnarøkt og útbugvingar skipanini, ið var farin fram hesi fimti
árini. Eftir samráðingar varð komið ásamt um, at Tórshavnar kommuna skuldi
yvirtaka skúlan (við kirkjuni) og vøggustovuna og ístaðin byggja eina nýggja
kirkju og eitt kleystur til systrarnar. Barnagarðurin hoyrir framvegis undir
fransiskanasystrarnar og tríggjar av systrunum arbeiða har. Systrarnar fluttu inn í nýggja kleystrið Kerit (1 kong. 17: 2-6) í
apríl 1980. Nýggja sóknarkirkjan, Mariukirkjan, stóð liðug í 1987 og var vígd við
eini eukomeniskari gudstænastu í august.
Katólska kirkjan (Mariukirkjan) og kleystrið Kerit sædd úr
Varðagøtu
Eftir at hin síðsti fastbúgvandi presturin,
Per Waagø, OMI, doyði í 1990 hava p. Paul Marx OMI, p. August Ziggelaar SJ og nú
generalvikarur Lars Messerschmidt havt ábyrgdina av meinigheitini, og fleiri
prestar, serstakliga úr Danmark, hava skiftst um at røkta meinigheitina.
Meinigheitin hevur ein fastbúgvandi diakon, Christian Gabrielsen, sum kann halda
gudstænastu, tá eingin prestur
er.
Í dag eru seks Fransiskanasystrar úr fýra londum
í Føroyum, tær eru úr Belgia, Írlandi, Korea og Malta. Einir 120 katolikkar eru
í Føroyum, av teimum er ein stórur triðingur føroyingar. Hinir koma úr umleið 23
londum. Nøkur av teimum ungu sóknarlimunum eru fimta ættarlið í kirkjuni.
Føroyingar verða tiknir upp í kirkjuliði við jøvnum millumbili. Hin kendasti man
einahelst vera William Joensen úr Sumba, bróður Pól F. Hann og Kinn Magnussen
umboðaðu Føroyar, tá Johan Páll Pávi II var í Danmark í 1989. Bæði vóru í
føroyskum búnum, og bæði upplivdu tey at fáa tað heilagu kommuniónina frá Johan
Páll Páva.
75 ára hátíðarhald
Sunnudagin 25. juni 2006 hátíðarhelt sóknin 75
ára endurstovningardagin katólsku kirkjunnar í Føroyum og stovningardag
núverandi sókn í 1931. Kozon Bispur og Fr. Lars Messerchmidt
sóknarprestur komu til Føroya til henda serliga dag. Kozon Bispur prædikaði.
Lutherski bispurin var heiðursgestur. Eitt av ferðafólkunum vísti seg at vera
ein fyrrverandi forseti í Ecuador (1992 – 97). Eftir messu varð borrðeitt í
sóknarhøllini, har fleiri røður vóru hildnar og fólk hugnaðu sær.
Undir sálmasanginum spældu sóknarlimirnir Ole Jacob Nielsen
(floytu) og Maria Magnussen (violin) saman við øðrum tónleikarum. Messan varð
víst í sjónvarpinum seinnapartin sunnudagin. Stórt 100 fólk – sóknarlimir,
grannar, vinir og ferðafólk – vóru til messu. Lutherski bispurin var
heiðursgestur. Eitt av ferðafólkunum vísti seg at vera ein fyrrverandi forseti í
Ecuador (1992 – 97). Eftir messu varð borrðeitt í sóknarhøllini, har fleiri
røður vóru hildnar og fólk hugnaðu sær.