KATÓLSKA KIRKJAN, Tórshavn, Føroyar  (Faroe Islands)

FØROYSKT · ENGLISH · DANSK
Vitja kirkjuna  · Tíðindi  · Tiltøk  · Ljósmyndir  · 75 ár í Føroyum  · Franciskanasystrar  · Trúgv  · Bøn  · Hugleiðingar  · Leinkjur

 

 

VITJA KIRKJUNA

 

 

 

 

 


 

Danski listamaðurin Sven Havsteen Mikkelsen hevur gjørt litaða vindeyga við inngongdina


 

Og stórt tekin kom til sjóndar á himni;

kvinna klædd í sólini,

og mánin var undir fótum hennara,

og á høvdi hennara var krúna av tólv stjørnum.

 

(Opinberingin 12, 1)

 

 

 

 


 

 

 

 

 

 

 

 

 Krossurin høgrumegin altari í Mariukirkjuni

 

 

hann, sum, tá ið hann var í Guðs mynd, ikki helt tað fyri rán at vera Guði líkur,

men avklæddi seg hana, í tí at hann tók á seg tænara mynd

og gjørdist monnum líkur;

og tá ið hann í framkomu var sum maður, setti hann seg sjálvan lágt,

og varð lýðin til deyða, ja, til deyða á krossi.

Fyri tað hevur eisini Guð hátt upphevjað hann

og givið honum navnið, sum er yvir hvørjum einum navni,

fyri at í Jesu navni skal hvørt knæ boyggja seg,

teirra, sum eru á himni, og teirra, sum eru á jørð, og teirra, sum eru undir jørðini,

og hvør tunga skal ásanna, at Jesus Kristus er harri, til dýrdar Guðs faðirs.

 

(Filippibrævið 2, 6-11)

 

 

 

 

 

 

 

Altartalvan í Mariukirkjuni er ein glasmálningur av Trónda Patursson

 


Seinni opinberaðist hann fyri teimum ellivu, meðan teir sótu til borðs,

og hann átalaði teir fyri vantrúgv og hjartans harðleika teirra,

at teir ikki høvdu trúð teimum, sum høvdu sæð hann upprisnan.

Og hann segði við teir: "Farið út um allan heimin

og kunngerið gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum!"

 

(Markus 16:14-16)


 

 

 

 

 

 

 

Tabernakkulið við teirri Veruligu Hjáveruni (Heilaga Kommuniónin) varð sniðgivið av Ole Jacob Nielsen. Hurðin er skorin úr føroyskum viði og løgd við gullbløðum

 

 

"Hetta er breyðið, sum kemur niður av himni,

at tey skulu eta tað og ikki doyggja.

Eg eri hitt livandi breyðið, sum kom niður av himni;

um nakar etur av hesum breyði, skal hann liva allar ævir;

og breyðið sum eg skal geva, er hold mítt,

sum eg skal geva heiminum til lívs”

 

(Jóhannes 6, 50 – 51)

 

 

 

 

 

 

 

Glasmálningur høgrumegin altari í Mariukirkjuni av Trónda Patursson


 

Men tá ið lærusveinarnir sóu hann koma gangandi eftir vatninum,

kom ræðsla á teir, og teir søgdu:

Hetta er eitt spøkilsi”. Og teir rópaðu av ræðslu.

Men í somu stund talaði Jesus til teirra

og segði: “Havið gott treyst!

Tað eri eg! Óttist ikki!”

 

(Matteus 14, 25 – 27)

 

 

 

 

 

 

 

Træskurðurin av Mariu moy úr Kirkjubø er ein eftirgerð av uppruna træskurðinum, ið finst millum Kirkjubø Stólarnar á Føroya Fornminnissavni.

Ole Jacob Nielsen hevur skorið hann úr føroyskum viði

 

 

Og eingilin segði við hana: "Óttast ikki, Maria! Tí at tú hevur funnið náði hjá Guði. Og sí, tú skalt verða við barn og eiga ein son,

og navn hansara skalt tú kalla Jesus.

Hann skal verða stórur og verða kallaður sonur hins hægsta,

og Guð Harrin skal geva honum hásæti Dávids, faðirs hansara " ... 

Men Maria segði: "Sí, eg eri tænastukvinna Harrans;

verði mær eftir orðum tínum!" Og eingilin fór frá henni.

 

(Lukas 1, 30-38)

 

 

 

 

 

 

 

Jólakrubba

"Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum"

(Jóh. 1,14)